Tilboð um skúlagongd innan smásøluyrkið í Føroyum Eftir tilmæli frá arbeiðsbólki, sum fevndi um Yrkisdepilin, S&K felagið, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handilsskúla, og Mentamálaráðið, er Føroya Handilsskúli nú vorðin góðkendur sum yrkisskúla fyri lærlingar, sum skula hava skúlagongd innan smásøluyrkið í Føroyum. Hetta merkir, at føroyskum virkjum frameftir stendur í boði at senda sølu- og handilslærlingar í skúla í Føroyum. ' | Fyrimunir: · Ein føroysk undirvísingarskipan · Tekur støðið í føroyskum viðurskiftum · Viðger føroysk handilsviðurskifti · Betri fyri bæði handilslív og samfelag í Føroyum · Spardir ferðaútreiðslur til Danmarkar · Spardir peningurin liggur eftir í Føroyum · Spardir peningurin gevur synnergi effekt í skúlavirksemi · Spardir peningurin gevur synnergi effekt í samfelagnum · At menna undirvísingina innan smásøluyrkið í Føroyum | Innihald í útbúgvingini: Útbúgvingarnar eru skipaðar í tveir partar: FHS er fyrsti partur, sum flestu lærlingar hava áðrenn teir fara í læru. Um teir ikki hava FHS áðrenn, so verður fyrsti patur tikin saman við øðrum parti. Annar partur av útbúgvingini verður á sama hátt sum áður við skúlaskeiðum. 2. partur av lærlingaútbúgvingini uttan sergrein: | Innihald og tíðarskeið | Søluatstøðari (SA) 1 | Handilsatstøðari (HA), søla 2 | | Kravdar sergreinar3 herav hesar eru felags fyri SA og HA: 3 vikur Søluráðlegging 1 vika Persónlig søla | 3 x 2 vikur = 30 dagar Kravdar sergreinir fevna um høvuðsheitini: -Viðskiftafólkastreymur -Vørustreymur -Upplýsingarstreymur -Peningastreymur | 2 x 2 vikur = 20 dagar Kravdar sergreinir fevna um høvuðsheitini: -Viðskiftafólkastreymur -Vørustreymur -Upplýsingarstreymur -Peningastreymur | | Ikki kravdar sergreinar | 1 – 2 vikur = 5-15 dagar | 3 – 7 vikur = 15-35 dagar | | Yrkisroynd | 1 vika | 1 vika | | Dagar tilsamans uttan yrkisroynd | 35-45 dagar | 35-45 dagar | Talvan oman fyri vísir, hvussu nógvar vikur verða brúktar til kravdar og ikki kravdar sergreinar og yrkisroynd. Talvan vísir eisini, hvørji høvuðsheiti tær kravdu sergreinirnar fevna um bæði fyri søluatstøðara og handilsatstøðara. Til tær ikki kravdu sergreinirnar er vanligt at velja 1 viku fyri søluatstøðara og 3 vikur fyri handilsatstøðara. Fótnoturnar vísa til tær einstøku kunngerðirnar sum vera nýttur í Danmark nú, og verða tær í fyrstu atløgu grundarlagið undir útbúgvingunum, til føroyskar kunngerðir eru gjørdar. Meðan royndarskipan er, verður farið undir at gera nágreiniligari lesiætlanir saman við m.a. lærumeistrarum, sum Føroya Handilsskúli skal hava neyvt samstarv við. Tilmelding til skúla Um virkið og lærlingurin velja okkara skúla, vinarliga melda til í góðari tíð ella sum skjótast. Tilmeldingarblað og avrit av sáttmálanum skulu sendast til Føroya Handilsskúla í Tórshavn. Um tit hava aðrar spurningar, eru til vælkomin at seta tykkum í samband við skúlan. Tak tilmeldingarskjal niður her |